Tíðarrit fyri skaldskap á føroyskum

Tíðarritið

Savn

Hald

Hyggjuráð

 

Framløga í Sirkus

Sí myndir á Facebook frá framløguni av nr. 8 í Sirkus Føroyum leygarkvøldið 17. apríl >>

Rannvá Næs Hoydal í Góðan morgun Føroyar

Hoyr samrøðu við Rannvá Næs Hoydal í Góðan morgun Føroyar í KvF, 19. apríl 2010, har stuttsøgan "Ódjórið", sum er við nr. 8/2010, verður umrødd >>

NYVencil fjakkar

Nú ber til at taka Vencil við sær út at ferðast! >>

VenclavarpHoyr og síggj!

Upplestur av tekstum úr Vencili og annar upplestur í miðlasavninum >>

Úrdrag úr Vencili Nr. 8/2010:

Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð:
Triglav (stuttsøga)

"Tað er altíð betri at halda seg til sannleikan, haldi eg, og tað segði eg við hann:
"Tú mást hava boð, tú kanst ikki rúma noktanini," segði eg.
Men hann vendi sær bara við og kundi standa soleiðis í fleiri minuttir og stara út á vágna, áðrann hann fór heim til konu sína og børnini, sum eg onki visti um tá. Eg helt, at hann búði einsamallur á einum kamari, tað var tað, hann segði mær, og eg trúði honum, góðtrúgvin sum eg eri. Tað var so nógv, eg ikki visti.
Hann tosaði ikki nógv, men tað, sum hann ikki segði við orðum, segði hann á annan hátt. Eg lærdi skjótt at týða hansara kropsmál, andlitsbrøgd og onnur tekn, og honum dámdi tað, segði hann. Hann gjørdist glaður, nøgdur, tá ið eg, uttan at spyrja, visti hvat hann vildi hava. Um tað so var mat, eina nýggja bók ella sex.
Soleiðis havi eg tað eisini við Connie."

Halt sum hini! Halt Vencil!

Set teg fyri tvey nummur árliga fyri bara 240 krónur + post- og avgreiðslugjald!
Skráset teg on-line her >>

Rit&Rák

Bókadeildin

Vodafone

Føroyaprent

Næsti Vencil

Freistin at lata inn tilfar til næsta Vencil er 1. august 2010.


Goethe

Vencil áttandi komin

So er Vencil aftur útkomin. Hetta er áttanda ferð, at skaldskaparritið Vencil kemur út. Hesaferð hevur myndlistamaðurin Zacharias Heinesen verið á grafiska verkstaðnum Steinprent og myndprýtt permuna hjá Vencili. Myndaevnið er úr stuttsøguni “Vrakið” eftir franska rithøvundin Guy de Maupassant. Hanus Kamban hevur týtt søguna úr fronskum.

Aftur í hesi útgávuni mynda rithøvundar bæði heima og heiman innihaldið í Vencili. Vencil hevur tekstir, ið fevna um tað gerandisliga sjabbið, persónligan sárseyka, samkynd, jarðarferðir, ódjór, kríggj, yvirgongdina til ein vaksnan heim og mýtukendar tekstir.

Høvundar og týðarar, sum viðgera evnini eru: Guy de Maupassant, sum Hanus Kamban hevur týtt, Marianne Larsen og Gregory Corso, sum Oddfríður Marni Rasmussen hevur týtt, Naja Maria Aidt, sum Birna Gudmundsen hevur týtt. Marna Jacobsen hevur týtt Alan Gillis, og Sámal K. Soll hevur týtt Jonathan Lethem. Marianna Hoydal hevur týtt teir báðar Juan Rulfo og Miguel Ángel Asturias.

Upprunaføroyska tilfarið hava hesi skrivað: Hanus Kamban, Randi Ward, Høgni Egholm Magnussen, Sissal Kampmann, Mortan A. Østerø, Heðin M. Klein, Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, Halldóra Dam, Rasmus Rasmussen, Oddfríður Marni Rasmussen, Rannvá Næs Hoydal, Vagnur Streymoy, N-Jón Ellendersen, Turid Thomsen, Ingemar Djurhuus og Rói Patursson.

Upplestur í Sirkus
Í sambandi við, at Vencil kemur út, verður upplestur leygarkvøldið 17. apríl klokkan 20:00 í Sirkus Føroyar. Høvundar, ið hava skrivað tekstir til Vencil, fara at lesa upp.


Er tú rithøvundur ella týðari?

Ert tú rithøvundur ella týðari og hevur hug at senda tekstir tínar inn til Vencil? Undir Hyggjuráð eru góð ráð at finna um, hvussu tú kanst gera tekstir tínar enn betri. Eru tekstirnir longu klárir at senda inn, fylg tá Leiðbeining okkara til høvundar og týðarar.


Skaffa tær Vencil!

Vencil fæst í bókhandlum kring landið fyri 180 krónur. Eisini ber til at tekna seg sum haldara her á heimasíðuni (sí í erva) fyri bara 120 krónur pluss post- og avgreiðslugjald fyri hvørt nummarið; tá fært tú hetta týðandi ritið sendandi til dyrnar.